Grímur Á Miðalnesi Songtext

Gevið ljóðið og lýði á
Fátt er um at røða
Bóndin fyrstur heimin bygdi
Harum vil eg kvøða

Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja
Stíga á sínar hestar teir springa
Hoyrast kundi langen veg sum teirra sporar ringja
Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja

Frændir teir á skógin ríða
Við so góðum treysti
Sóu brenna heitan eld
Og hartil fagrar kostir

Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja
Stíga á sínar hestar teir springa
Hoyrast kundi langen veg sum teirra sporar ringja
Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja
This website uses cookies to ensure you get the best experience on our website. Closing this message or scrolling the page you will allow us to use it. Learn more